VÆLKOMIN!

Lívligt við Gjógv

Gjáargarður var karmur um eitt tiltak hjá heilafelagnum í farna vikuskiftið, har fólk úr øllum landinum vóru komin saman til hugna, prát og rørslu. Heitt var á undirritaðu at skipa fyri einum rørsludegi, og tað vildi eg gjarna.

Í samstarv við nevndina í felagnum varð ein fjølbroytt skrá løgd við tí endamáli, at øll kundu taka lut, og so skuldi tað sjálvandi eisini vera stuttligt at røra seg.

Smærri kappingar, staffettir og spøl myndaðu fyrra partin av tiltakinum. Síðan fingu luttakararnir kunning um rørsluágóðar, eisini varð upplýst um rørslumøguleikar, ið fólk við tarni hava í Føroyum.

At enda fóru vit undir at spæla boccia, nøkur høvdu drúgvar royndir við spælinum, meðan onnur royndu tað fyri fyrstu ferð. Marius Johansen, ið hevur spælt boccia í fleiri  ár, vísti okkum hvussu spælið er skipað. Hann gav okkum eisini góð ráð og vegleiðing áðrenn farið varð undir at spæla.

Rørsludagurin hjá heilafelagnum  er av á hesum sinni, men vit vóna, at fleiri dagar av hesum slagi vera á skránni í framtíðini.