VÆLKOMIN!

London 2012 nærkast

Komandi summar vera Olympisku- og Paralympisku leikirnir í London (stytt OL og PL). Og ítróttaøkini, ið skal hýsa teimum ymisku ítróttagreinunum, eru við at vera klár at taka í brúk.

Fyrireikingarnar til leikirnir eru í gongd. Ítróttafólk kring allan heim eru í løtuni í miðvísari venjing til OL og PL 2012. Eisini føroysk ítróttafólk eru í harðari venjing fyri at klára kravtiðunum, so tey kunnu luttaka fyri Føroyar í Paralympisku Leikunum.

Ein annara liður í fyrireikingunum er, at eitt umboð fyri hvørt landið verður boðið til London at síggja tey ymisku ítróttaøkini. Hesin fundur var í London 6. til 9. September. Her fingu luttakararnir m.a. høvið at síggja økið, ið skal brúkast til kappingarnar í  frælsum ítrótti, svimjing og boccia. Umframt hetta varð kunnað um tilmeldingar- og skrásetingargongdina, og sum nakað nýtt fer øll tilmeldingin fram elektroniskt, hetta hevur m.a. við sær at freistin at røkka kravtíðum verður longd samanborið við undanfarnar leikir.

Jógvan Jensen, formaður í ÍSB luttók á fundinum í London, og hann sigur, at talan var um sera stór og flott ítróttaøkir, sum  høvdu allar hentleikar, ið hugsast kundu.

Paralympisku leikirnir eru í døgunum 29. august til 9. septembur, og teir eru sum kunnigt beint eftir Olympisku leikirnar, sum eru í døgunum 27. juli til 12. august.   

 http://www.london2012.com/