VÆLKOMIN!

Magni Mikkelsen 4 listaverk við til listaframsýning í Belgia

Í samband við at Special Olympics European Summer Games 2014 verða í Belgia í september, verður skipað fyri listaframsýning og uppboðsølu í Anwerpen.
Mannagongdin var, at hvørt land sær, kundi senda fimm upsskot inn, og síðani kundi ein dómsnevnd velja upp til trý verk úr hvørjum landi, til framsýning, og uppboðssølu.
Dómsnevndin var so hugtikin av verkunum hjá Magna Mikkelsen, ið dagliga starvast á verkstaðnum Stíggi, at tey ynsktu at fáa fýra av hansara verkum við til framsýningina.
Hetta er ein liður í at savna pening til leikirnar, og at upplýsa fólk um menningartarn, og hvørjar møuglleikar ein hevur, hóast ein hevur menningartarn.
Í samband við listaframsýningina fer Special Olympics eisini at geva út faldara við øllum verkunum.

ÍSB vil takka Magna fyri hansara leiklut, og at hann vildi verða við í hesum frálíka átaki.