VÆLKOMIN!

Malmø Open 2008

Í dag eru seks íðkarar umboðandi ÍSB og Føroyar farin til Malmø Open, sum er ein tann størsta kappingin av sínum slagi. Hon er samansett av kappingum innan 13 ymiskar ítróttagreinar, og luttaka føroyingar í tveimum, nevniliga svimjing og borðtennis. Kappingin byrjar í morgin og endar sunnudag seinnapart. Luttakararnir eru: 

Í svimjing: Dan Akursmørk úr Århus, Krista Akursmørk úr Ægir, Robert Poulsen og Súsanna Johannesen, bæði úr ÍSB. Venjarar eru Helga Djurhuus og Wenzel Olsen.

Í borðtennis: Kristian Martin Garðalíð og Elvin Weihe, báðir úr ÍSB. Venjari er Johan Lervig.

Kappingin verður skipað í sokallaðar barnabólkar, samstundis sum hon eisini er ein opin kapping, t.v.s fyri allar aldursbólkar, og skuldi tað tí verið ein góð avbjóðing hjá íðkarunum. Sambært starlistanum liggja okkara íðkarar millum tey bestu, og vónin er, at okkurt heiðursmerki kemur við heimaftur. Kappingin er ein liður í einari ætlan hjá ÍSB um at menna teir ungu gávuríku íðkararnar.

Vit ynskja íðkarum okkara góða eydnu!