VÆLKOMIN!

Marius og René vunnu FM-heitið

FM í boccia

Árliga FM kappingin í boccia var um vikuskiftið í badmintonhøllini í Klaksvík. Eini 50 leikarar luttóku í kappingini, og kappast varð sum vanligt í tveimum bólkum, rørslutarnað og menningartarnað.

Fyrst varð farið í gongd við innleiðandi umfarið, og nummar eitt og tvey í hvørjum bólki komu víðari til næst umfar. Í finaluni vóru tað teir báðir René Líð úr Svani og Øssur Gudmundsson úr Smæruni, ið kappaðust um gullið. Úrslitið gjørdist at René vann dystin og harvið føroyameistaraheitið í boccia 2011, og tað var ein sera stoltur og fegin René, ið tók móti gullheiðursmerkinum. Øssur Gudmundsson (Smæran) fekk silvur og Elvin Weihe (Svanur) vann sær bronsuheiðursmerki í kappingini í Klaksvík.

Í bólkinum rørslutarnað var tað Marius Johansen, ið gjørdist føroyameistari. Ungi eiðismaðurin Martin Kristoffer Kristiansen vann silvurheiðursmerki. Hóast sín unga aldur, gav hann Mariusi góða mótstøðu í kappingin. Heðin Midjord úr Suðri kom á triðja plássið.

At enda varð avdúkað hvør fekk heiðurin sum ársins boccia leikari 2011, og tað bleiv Jonhard Haraldsen úr Smæruni, og hann fekk eitt steyp til ognar

Vit ynskja tillukku við føroyameistaraheitinum og heiðursmerkjunum.

Myndir frá kappingini síggjast HER