VÆLKOMIN!

Martin Johannesen til 19. international RaceRunners Cup

Sunnudagin 12. Juli fer Martin Johannessen til  Danmarkar at luttaka í 19.th International RaceRunners Cup í Keypmannahavn.

Hetta er 5. ferð Martin luttekur, og er hann sera spentur til stevnuna.
Martin hevur vant RaceRunning í gott og væl  6 og eitt hálvt ár. Hann hevur vant miðvíst og hart til ársins stevnu og er hann í ár kanska betur fyri enn nakrantíð fyrr.

RaceRunning er serlig ítróttargrein fyri ítróttarfólk við truppuleikum við javnvágini.
Ein RaceRunner er serlig tríhjólað súkkla uttan pedalir, har ongin trupulleiki er at halda javnvágina.
Serligi bygnaðurin ger RaceRunning vælegnað til m.a. spastikarar, giktplágað og fólk við beinamputatión.

RaceRunning er skjóttvaksandi ítróttargrein fyri fólk ið bera brek, og er International RaceRunners Cup ein av størstu RaceRunning stevnunum í heiminum.

Tú kann lesa meir um RaceRunning á www.racerunning.org

ÍSB ynskir Martini bestu eydnu við kappingini.