VÆLKOMIN!

Menningartarnað við til London í 2012

IPC, International Paralympic Committee, hevur skipað fyri aðalfundi í Kuala Lumpur. IPC varar av ítrótti fyri brekað á altjóða støði, og felagsskapurin skipar fyri paralympisku summar- og vetrarleikunum. Føroyar hava, saman við 160 øðrum londum í heiminum, sjálvstøðugan limaskap í felagsskapinum.

Fleiri mál vóru á skránni á fundinum, tó mundi málið um ítróttafólk við menningartarni hava stóran áhuga. Atkvøtt varð, um ítróttafólk við menningartarni aftur skulu  luttaka í kappingum skipaðar av IPC.

Vit gleðast um, at ítróttafólk við menningartarni aftur eru partur av IPC. Og at tey harvið hava møguleika fyri at luttaka í næstu Paralympisku leikunum í London í 2012.

Tað var í ár 2000, eftir Paralympisku leikirnir í Sidney, at menningartarnað ikki longur fingu loyvi at luttaka í kappingum hjá IPC. Kanningar vístu, at eitt lið hevði svikað við klassifiseringini, og hetta fekk ógvusligar avleiðingar fyri øll elituítróttafólk við menningartarni.

Áhugaði kunnu lesa merira um felagsskapin á heimasíðu teirra http://www.paralympic.org/