VÆLKOMIN!

Móttøka fyri EM svimjarum

Føroyska  liðið kemur aftur til Føroyar í dag, eftir at tey hava luttikið á stóru EM kappingini í Berlin. Í hesum sambandi skipar ÍSB fyri móttøku í ÍSF-húsinum mánadagin 11. Juli kl 19.00.

Føroysku svimjararnir, Krista Mørkøre og Ragnvald Jensen, hava sum kunnugt staðið seg væl. Tey hava sett persónlig met, og so eydnaðist tað Ragnvaldi at vinna bronsu í 100 m bringusvimjing.

Við á ferðini vóru Rúni Gaardbo, venjari og Torkil Mørkøre liðleiðari.