VÆLKOMIN!

Móttøka í Klaksvík

Í morgin, hósdagin 12. apríl, verður móttøka í býráðshøllin í Klaksvík. Tað er býráðið í Klaksvík, ið skipar fyri móttøkuni fyri Kristu Mørkøre og Símun Petur Zachariasen.

Símun Petur bleiv sum kunnugt kosin ársins svimjari hjá ÍSB til stóru FM kappingina, sum var í Havn áðrenn páskir, og Krista Mørkøre hevur fingið framúr góð úrslit, tá hon luttók í eini svimjikapping í Íslandi.

Bæði Símun Petur og Krista búgva í Klaksvík. Símun Petur gongur til svimjing hjá Klaksvíkar kvøld- og ungdómsskúla og Krista venur við svimjifelagnum Ægir.

Móttøkan verður kl 17.00.