VÆLKOMIN!

Árliga jólasvimjikappingin.

Luttakararnir

Árliga jólasvimjikappingin hjá ÍSB var í gjár í svimjihøllini í gundadali.

15 lutakarar kappaðust í, í alt 16 kappingum, og var kappingin hørð í fleiri greinum.

Stóri sigursharrin var Signa Vár, ið vann 6 av 7 kappingum ið hon luttók í.
Tó fekk hon harða kapping frá Duritu ið vann 50m bringu, og Heidi ið var um reppi at taka okkurt gullmerki, og var neyðugt við málfoto at finna vinnaran.
Eisini gjørdu Marianna, Eyð, Mia og Elisabeth ein góðan innsats.

Hjá monnum, var tað serliga Eivindur ið gjørdi um seg, og vann hann allar kappingarnar uttan eina.
Tað vóru Júst og Rúni, ið góvu Eivindi harða kapping.

Í bólki tvey var Elvin sigursharrin hjá monnum, og vann hann á Theodor Esmar, Bárði, Hans Jacob og Hans Eli.

Vit takka fyriskiparum, hjálparum, feløgum, luttakarum, og øllum ið vóru við, fyri eina góða kapping, og vóna at síggjast aftur næstu ferð.

Sjá tíðirnar frá kappingini her

ÍSB