VÆLKOMIN!

NBU 2009

Luttakararnir frá 2005

 

 

Norðurlendska Barna- og Ungdómslegan 2009 í Eskilstuna, Svøríki.

Í morgin fara átta ung saman við trimum leiðarum at luttaka í NBU, sum í ár verður í Eskilstuna í Svøríki. Seks av teimum koma at luttaka í svimjing og tvey í frælsum ítrótti. Luttakararnir í ár eru hesir:

Súsanna Johannesen, Jenny Sólveig Thomsen, Astrid Miezan Jakobsen, Heidi Eliasen, Robert Poulsen,Eivindur Toftegaard,Rúni Jacobsen og Brestir H. Gaasedal.
Við sum venjarar eru: Wenzel Olsen, ferðaleiðari, Heidi Olsen, svimjivenjari og Joan Simonsen, venjari í frælsum ítrótti.

Annaðhvørt ár verður skipað fyri Norðurlendsku Barna- og Ungdómsleguni (NBU), sum er fyri 12-16 ára gomul, ið bera brek. Í 2003 var legan í Føroyum, tá børn og ung úr øllum norðurlondunum savnaðust um tað, øll hava til felags; nevniliga ítróttin. Í eina viku verður svomið, spælt borðtennis og íðkað frælsan ítrótt, samstundis sum møguleiki er fyri at royna ymiskar nýggjar áhugaverdar ítróttagreinir. Harumframt verður eisini skipað fyri  undirhaldi, útferðum og diskoteki.

Í ár verður NBU legan so í Eskilstuna í Svøríki, sum liggur uml. 100 km vestan fyri Stockholm, 26. Juni til 3. Juli. Legan er fyri ítróttaáhugaðan ungdóm, men ikki er neyðugt at hava íðkað ítrótt fyrr. Høvuðs endamálið við leguni er at fáa fleiri við breki at luttaka í ítrótti framyvir. Legan ber tí eisini dám av nógvum sosialum aktivitetum, sum gevur ungum í norðanlondum møguleikan at knýta vinarbond. Okkara royndir eru, at tey ungu koma heim við nógvum góðum upplivingum, øktum sjálvsáliti og nógvum góðum vinum.

Her á síðuni ber til at fylgja við luttakarunum. So skjótt sum frætt verður frá teimum í Svøríki, verður tað skrivað inn her.