VÆLKOMIN!

NIFU 2015

Í døgunum frá 2. juli til 7. juli, er ISB vertur fyri Norðurlendskari ítróttarlegu fyri ung (NIFU), og verður legan hildin á Toftum. Legan verður sett í fimleikarhøllini á Toftum fríggjadagin, 3. juli, kl. 18.00.

NIFU er tað, sum fyrr var kallað Nordisk Børne og Ungdomslejr (NBU), og er hetta aðru ferð legan er í Føroyum (seinast í 2003).

Legan, ið er annaðhvørt ár, er sprottin av samstarvi millum norðurlendsku sersambondini fyri ítrótt til fólk ið bera brek – Nord-HIF. Hetta er seinastu ferð, at legan verður í hesum sniði, vegna tað, at undirtøkan er minkandi frá ymisku londunum.

Komandi ár verður legan í nýggjum hami í Danmark. Umleið 55 luttakarar verða á leguni í ár, og verður vant og kappast í ítróttargreinunum borðtennis, fimleiki, svimjing og frælsum ítrótti. 15-20 føroysk ung fólk fara at luttaka.

Legan heldur fram til 6. juli, og fara gestirnir av landinum 7. juli.

Luttakararnir koma at búgva og eta í Tofta skúla, har eisini fleiri av kappingunum fara at verða, í fimleikahøllini og svimjihylinum. Kappingarnar í frælsum ítrótti verða á Svangaskarði.

Tað verður Jóhannus Danielsen, borgarstjóri, sum setur leguna 3. juli, kl 18.00, í fimleikarhøllini á Toftum. Nes sóknar hornorkestur spælir, lið úr Støkk ger fimleik og røður verða hildnar.