VÆLKOMIN!

NM í boccia

Í vikuskiftinum, 14. til 16 mai, verður NM í boccia í Fredricia í Danmark. Kappingin, sum  er skipað bæði sum lið- og einstaklingakappingar, er fyri spælarar við rørslutarni. Spælararnir kappast í fýra ymiskum bólkum.

 ÍSB sendir fimm føroyskir spælarar at umboða Føroyar til kappingina.

Tað er Martin Kristoffer Kristiansen og Dánial Jákup Djurhus úr ítróttafelagnum Svani, og Marius Johansen og Jógvan Telling Joensen úr ítróttafelagnum Smæruni. Umframt hesar, verður Áki Joensen eisini við. Áki býr og venur í Danmark.

Teir hava vant nógv fram til kappingina og luttikið í boccia-kappingunum í Føroyum. Áki er eisini í góðari venjing , hann hevur staðið seg sera væl í donsku kappingunum í vetur.

Við á ferðini eru Marjun í Jákupsstovu, venjari og Jenny Lamhauge, liðleiðari. Ferðalagið verður aftur í Føroyum mánadagin.