VÆLKOMIN!

NM í boccia

Í hesum døgum er stór Norðurlandsmeistara kapping í boccia í Reykjavík. Eisini føroyskir boccia-spælarar luttaka í kappingini, og tað eru Marius Johansen, Jóa Ziska, Dánial Jákup Djurhus og Áki Joensen.
Teir luttaka allir í einstaklinga kappingini. Jóa, Marius og Dánial Jákup spæla í bólki 3 og Áki í bólki 1. Spælararnir eru bólkaðir í 4 bólkar og umframt einstaklinga kappingar vera liðkappingar eisini á skránni. Føroyar eru við í eini liðkapping í bólki 3.
Venjari hjá føroyska liðnum er Joen Petur Joensen.