VÆLKOMIN!

NordHIF fundur og hátíðarhald í Íslandi

Fundur í Nord-HIF

Fríggjadagin 15. mai var árligi fundurin í Nord-HIF (Nordisk Handicap Idrætsforbund) hildin í Íslandi.
Tað eru sum kunnugt Føroyar, sum í løtuni standa á odda fyri Nord-HIF. Egga Jensen er formaður og Niels Nattestad er skrivari.
Nord-HIF viðgerð mál av felags áhuga fyri norðurlendsku londini, og hesaferð vóru øll við uttan Grønland.

 

Av málum, sum vóru fyri á fundinum hesaferð kann nevnast : NBU, norðulendska barna- og ungdómslegan, sum verður í Eskildstuna í Svøríki í summar. Greitt varð frá skránni v.m.
Men haraftrat varð kjakast um, hvussu hendan stevnan kanska kundi verið umskipað og gjørd enn meira spennandi. Tí tað vísir seg, at størri londini hava trupult við at finna nóg nógvar áhugaðar luttakarar.
Avgjørt varð at taka málið uppaftur á komandi fundi.

Kappingarnar um norðurlendska meistaraheitið í boccia og í svimjing vórðu ásettar :

Boccia :             2010   Danmark                          2012   Ísland                                2014   Svøríki
Svimjing :          2011   Finnland                           2013   Svøríki

Í samband við fundin í Reykjavík hesaferð helt íslendska ítróttasambandið fyri brekað sín 30 ára stovningardag.
Sunnudagurin 17. mai varð tí allur settur av til hátíðarhaldið, sum fyrrapartin byrjaði við vitjan á Bessastøðum, har norðurlendsku luttakararnir heilsaðu upp á forseta Íslands, Ólafur Ragnar Grímsson, sum eisini vísti gestunum runt á hesum søguliga stað.
Vegna Nord-HIF handaði formaðurin, Egga Jensen, forsetanum bókina um listakvinnuna Ruth Smith.

Seinni um dagin var stórt uttandura tiltak í fagrasta veðri. Her var tónleikur og røður umframt at góður matur var at fáa.
Millum røðararnar var Egga, sum heilsaði frá Nord-HIF og vegna felagsskapin handaði listaverk eftir føroysku listakvinnuna Guðrið Poulsen.

Næsti fundur í Nord-HIF verður í Føroyum 8.-10. apríl 2010 í samband við at ÍSB verður 30 ár.