VÆLKOMIN!

Nord-HIF stýrisfundur í Føroyum


 ÍSB er í vikuskiftinum vertur fyri tingi hjá norðurendska samtakinum fyri ítrótt fyri fólk við breki, Nord-HIF (Nordiska Handikappidrotsforbundet) – stjórnarfundir eru hvørt ár, og ting er triðjahvørt ár, limalondini skiftast at verða vertir fyri fundunum.

 

Formenn og aðalskrivarar teirra úr ítróttarsambondunum úr Íslandi, Danmark, Svøríki, Noregi og Finlandi komu til landið fríggjadagin, og byrjaði vitjanin við  vitjan í Tinganesi har Poul Michelsen,
landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, tók ímóti gestunum og saman við Jørleifi Kúrberg greiddi frá um Tinganes og gomlu Havnina.

Noðurlendska samtakið hevur í ár 40 ár á baki, og hevur havt, og hevur enn ein týðandi leiklut at tryggja at Føroyar framhaldandi kann verða partur av Paralympisku familjuni, hetta tryggjar at Føroysk ítróttarfólk við breki sleppa at luttaka undir Merkinum á altjóða pallinum.
Annað virksemi ið er beinleiðis úrslit av samtakinum er NIFU – nordisk idrætslejr for unge, ið var í Føroyum seinasta summar, NM í boccia og svimjing, og aðrar norðurlendskar kappingar og ítróttarstevnur.

Í dag er sjálvt tingið, og skal m.a. virkisætlanin fyri samtakið komandi fýra árini avgerðast.

Í samband við ráðstevnuna fer Finland at lata Danmark 3 ára skrivstovuembæti.

Føroyar høvdu embæti frá 2007-2010

Gestirnir fara avstað aftur í morgin.