VÆLKOMIN!

Norðlýsið: Racerunning á Fredriksberg

Norðlýsið skrivar á heimasíðuni www.nordlysid.fo:

Teir báðir, Martin Johannessen úr Klaksvík, og Heðin Midjord úr Lopra, fyrireika seg seriøst í hesum døgum til racerunningkappingina undir Dansk Handicap Idrætsforbind, sum teir skulu luttaka í leygardagin.Tá vit tosaðu við teir ídag, søgdu teir, at tað longu hevði fingið úrslit, at www.nordlysid.fo nevndi teir í gjár, tí ídag fingu teir forkunnuga vitjan av Gunnvá við Keldu, borgarstjóra í Klaksvík, sum kom við øllum góðynskjum. Eg ivist onga løtu í, at vit eisini fara at síggja nakrar føroyingar á Frederiskberg Stadion leygardagin. Teir báðir búgva á Trefalkeskolen, tætt við stadion har teir skulu kappast, og aftur í kvøld fara teir á stadion at venja.Vit hava gjørt avtalu um myndatøku íkvøld, so ímorgin skulu tit fáa fleiri myndir og tíðindi frá okkum, lovar Martin.