VÆLKOMIN!

Norðurlendska Barna- og Ungdómslegan 2009

Norðurlendsk barna- og ungdómslega í Eskilstuna, Svøríki 26. Juni – 3. Juli

Annaðhvørt ár verður skipað fyri Norðurlendsku Barna- og Ungdómsleguni (NBU), sum er fyri 12-16 ára gomul, ið bera brek. Í 2003 var legan í Føroyum, tá børn og ung úr øllum norðurlondunum savnaðust um tað, øll hava til felags; nevniliga ítróttin. Í eina viku verður svomið, spælt borðtennis og íðkað frælsan ítrótt, samstundis sum møguleiki er fyri at royna ymiskar nýggjar áhugaverdar ítróttagreinar. Harumframt verður eisini skipað fyri  undirhaldi, útferðum og diskoteki.

Í ár verður NBU í Eskilstuna í Svøríki, sum liggur uml. 100 km vestan fyri Stockholm 26. Juni til 3. Juli. Legan er fyri ítróttaáhugaðan ungdóm, men ikki er neyðugt at hava íðkað ítrótt fyrr. Høvuðs endamálið við leguni er at fáa fleiri við breki at luttaka í ítrótti framyvir. Legan ber tí eisini dám av nógvum sosialum aktivitetum, sum geva ungum í norðanlondum møguleikan at knýta vinarbond. Okkara royndir eru, at tey ungu koma heim við nógvum góðum upplivingum, øktum sjálvsáliti og nógvum góðum vinum.

Ítróttasambandið fyri brekað ætlar í ár at senda eitt lutfalsliga stórt ferðalið avstað, og bjóðar tí 10 ungum føroyingum við breki at koma við. Tilmeldingarskjalið er at finna her. Nærri upplýsingar fáast við at ringja til ÍSB á tlf. 317579 ella við at senda teldupost til isb@isb.fo.

Tilmeldast skal innan fríggjadagin 17. apríl!

Aldur: 12 -16 ár
Hvar: Eskilstuna í Svøríki, 100 km vestanfyri Stockholm
Nær: 26. Juni – 3. Juli
Brek: Fyri ung við øllum sløgum av breki. Er neyðugt hjá luttakara at hava hjálpara við, kann hesin søkja um at koma við sum leiðari (sí niðanfyri). Annars má hjálparin gjalda sjálvur.
Luttakaragjald: Kr 2000/persón. Við í prísinum er ferðin úr Føroyum til Eskilstuna og aftur, matur, uppihald og legugjald.

Til ber eisini at søkja um at koma við sum leiðari. Ert tú yvir 20 ár, er ítróttaráhugin til staðar og ert tú ein frískur og glaður persónur, ert tú vælkomin at søkja um at koma við sum leiðari. Send ein teldupost til isb@isb.fo og skriva eitt sindur um teg sjálvan. ÍSB rindar allan kostnað fyri leiðarar.

Ítróttasamband fyri brekað (ÍSB) arbeiðir fyri at fáa øll við breki at røra seg. Tað veri seg sum motión- ella kappingarítrótt. Vælbúnir venjarar taka sær av ítróttinum, og arbeiða fyri at geva tí einstaka hóskandi avbjóðingar, samstundis sum tey venja í felag og hava tað stuttligt saman. Ítróttur og rørsla er heilsugott, minkar um strongd, gevur vælveru og økir um sjálvsvirði og sjálvsálit.