VÆLKOMIN!

Nýggjur ítróttaráðgevi

Hey øll somul

Eg eiti Katrin Dagbjartsdóttir og eri sett sum ítróttaráðgevi hjá ÍSB frá 1. september 2012.

Stutt um meg: Havi lærarutbúgving og havi tikið talilæraraútbúgving afturat. Eri gift og vit eiga tveir synir - vit búgva í Havn.

Aktivur svimjari í árunum 1983 - 1995.

Venjari í árunum 1995 - 2003

Nógv er gjørt, síðani eg sjálv svam. Fleiri ítróttagreinar eru, sum fólk kunnu velja millum. Gleðist um at sleppa at arbeiða við ítróttinum innan ÍSB - og vón mín er, at vit koma enn longur fram á leið til tess at fáa fleiri fólk við - og at sleppa at íðka úti í feløgunum, eins og onnur. 

Sum ítróttaráðgevi vóni eg at fáa eitt samstarv við foreldur, stovnar, skúlar og feløg og tit eru hjartaliga vælkomin at seta tykkum í samband við ÍSB við spurningum, ynskjum, hugskotum ella øðrum.

Heilsan

Katrin tlf. 217975