VÆLKOMIN!

Øðrvísi venjing á Tórsbreyt

ÍSB bjóðar ítróttafólki, ið íðka frælsan ítrótt til ein heldur øðrvísi venjingartíma. Venjinging fer fram á Tórsbreyt sunnudagin 23. oktobur frá 14.00 til uml kl 16.00.

Tað verður danin René Nielsen, ið kemur at venja saman við tykkum. René misti bæði beinini í eini tokvanlukku. Hetta hevur tó ikki forða honum í at íðka ítrótt, hann gjørdist heimsmeistari í vatnski og í slalom fyrst í 90 árunum. Men í 1996 byrjaði hann at íðka frælsan ítrótt. Hann luttók fyri Danmark  á Paralympisku leikunum í Sidney,  og hann gjørdi ikki mætari enn at vinna gull, silvur og bronsu í ávikavist spjótkasti, fimmkampi og kúlustoyti.

René er í Føroyum í samband við 30 ára hátíðarhald hjá MBF, sum verður í Norðurlandahúsinum mánadagin 24. oktobur. Hann fer at halda fyrilestur um evnið, ið snýr seg um at taka ábyrgd av egnum lívi hóast lívsleiðin gongur aðrar leiðir enn væntað. Tiltakið er frá kl 13.00  til kl 17.00.

Vit fegnast um at René eisini hevur sett tíð av til venjing, og vónandi taka tit væl undir við tiltakinum.

Vinarliga boða frá luttøku á tlf 21 79 75 ella isb@isb.fo innan fríggjadagin 21. oktobur.