VÆLKOMIN!

Orð og myndir frá móttøkuni í Klaksvík

Klaksvikar býráð skipaði í gjár fyri móttøkuni fyri Kristu Mørkøre og Símun Petur Zachariasen, har hópin av fólki møtti at heiðra hesum kappum innan svimjing.

Símun Petur bleiv sum kunnugt kosin ársins svimjari hjá ÍSB til stóru FM kappingina, sum var í Havn fyri páskir, og Krista Mørkøre hevur fingið framúr góð úrslit, tá hon luttók í eini svimjikapping í Íslandi, eisini fyri párkir, har hon gjørdist fimm ferðir íslendslur meistari.

Bæði Símun Petur og Krista búgva í Klaksvík, har Símun Petur gongur til svimjing hjá Klaksvíkar Kvøld- og Ungdómsskúla og Krista venur við svimjifelagnum Ægir.

Móttøkan var Í Býráðshøllini kl. 17.00.

Jógvan Skorheim, formaður í Mentanarnevndini og varaborgarstjóri helt røðu fyri hetjunum og handaði teimum blómutyssi og gávur.

Sonni Djurhuus, limur í nevndini hjá ÍSB helt eisini røðu, har hann takkaði kommununi og feløgunum fyri teirra íkast í umstøður og arbeiði fyri góðu úrslitini, og handaði Kristu og Símun Petur blómur.

Síðani helt Torkil Mørkøre, pápi Kristu, eina røðu og takkaði hesum úrmælinunum fyri ágrýtni, treiskni og eldhuga at halda fram, hóast skerdan førleika. Tit vísa eisini øðrum á leið, helt hann fyri.

Dan Hjelm, formaður í Ægir helt síðani røðu, og takkaði Kristu og Simun Petur fyri at ganga undan og vísa veg. Hann handaði eisini gávur til hesar røsku svimjararnar.

Eftir hetta var eitt ábit og prát við einum kaffimunni.

Myndir frá móttøkuni síggjast HER

Skrivað hevur Dávur Winther

 

Røðan hjá Jógvan Skorheim, formanni í Mentanarnevndini

Hjartaliga vælkomin til hesa hugnaløtu til heiðurs fyri Kristu Mørkøre og Símun Petur Zachariasen.

Tað er altíð hugaligt at kunna heiðra sterk og skjót ítróttarfólk, ið vinna býi okkara fremstu heiðursmerkir.

Vit eru saman her í dag, tí at Símun Petur bleiv sum kunnugt kosin ársins svimjari hjá ÍSB til stóru FM kappingina, sum var í Havn fyri páskir, og Krista Mørkøre hevur fingið framúr góð úrslit, tá hon luttók í eini svimjikapping í Íslandi herfyri.

Tað er eingin ivi um, at bæði Krista og Símun Petur ganga við lív og sál uppí svimjingina. Tann ótrúligi stríðsviljin, ið Krista hevur víst eftir at hon gjørdist sjúk, kann bara bergtaka okkum, sum standa á síðulinjuni og fylgja við. Eitt slíkt “comback” er ikki øllum møguligt og krevur ómetaligan sjálvvilja. Hennara drívmegi hevur uttan iva verið við til at eggja øðrum til at síggja ljósari uppá lívið og møguleikarnar fyri at vera virkin, hóast skerdar førleikar.

Hetta sama er eisini galdandi fyri Símun Petur. Hansara jaliga lindið, og viljin til at vinna er uttan iva við til at geva øðrum blóð uppá tonnina. Jú sanniliga eru tit góðar fyrimyndir til okkum øll. Tá ið eg møti Símun Petur á gøtuni, so slær tað ikki feil, at hann rópar til mín. Hann rópar ikki bara okkurt, men hann rópar hart og týðiliga “Stig fyri stig”. Verð ikki bangin, eg skal ikki halda nakra sjálvstýrisrøðu – langt frá tí.

Men tá eg hugsi um tykkum bæði, so er tað júst hesi orðini, ið ein og hvør ítróttarmaður kann nýta so gott av.

Einki gerst yvir nátt.

Tað nyttar ikki hjá mær, at siga, at eg í morgin vil vinna oyggjaleikir ella OL í svimjing. Tað má venjing til, og tað krevur hart arbeið. Ferð eftir ferð skal túrurin niðan í svimjihøllina takast, kosturin skal vera tann rætti, venjingin skal vera tann rætta, hugburðurin skal vera tann rætti, og ikki minst strembanin og viljin til at vinna, má vera til staðar. Hetta gerst bara við at hugsa “Stig fyri stig”. Eitt stig í dag, eitt annað í morgin og tú ert nærri at tí málsetningi, sum tú hevur sett tær.

Tað hevur týdning, at vit sum kommuna brúka løtur sum hesar, at gleðast um tey stóru avrikini.

Ein Klaksvíkingur í útlegd, skrivaði ein dagin til mín. Hann hevði hugsað um, hvat eyðkendi Klaksvík, og nýtti hann hesi orðini at greiða frá okkara býi: Trúgv, vón, styrki, lívsgleði, sjálvbjargni, gå-på-mod, hugskot, samanhald og nógv annað. Tá ið eg lesi hetta, so kann eg sanniliga taka undir við viðkomandi. Hesi virðir koma ikki av sær sjálvum, men eru uppbygd av hvørjum einstakum borgarum, ið geva sítt íkast til okkara samfelag.

Eg vil nýta hendan møguleika, vegna Klaksvíkar Kommunu, at takka ÍSB fyri eitt dygdargott og týðandi arbeiði, sum hevur stórt virði. Eisini vil eg takka Ægir og Klaksvíkar Svimjihøll fyri tykkara stóra arbeiðsinnsats, sum krevur dagligt strev og stríð.

Til seinast, vil eg ynskja Símun Petur Zachariasen og Kristu Mørkøre hjartaliga til lukku við tykkara sigrum. Og ynski eg tykkum alt tað besta í framtíðini og vóni eg, at tit framhaldandi vinna okkara býi nógv heiðursmerki.

Takk fyri.