VÆLKOMIN!

Øssur er ársins boccia-leikari

Til FM kappingina í boccia verður avdúkað hvør er ársins boccia-leikari, og tann heiðurin fekk Øssur Gudmundssen úr Smæruni.

Øssur hevur luttikið í venjingum og kappingum í nógv ár, hann hevur møtt dúgliga upp og hevur staðið seg væl bæði í kappingum her heima eins væl og úti í heimi.

Vit ynskja Øssuri tillukku við heiðrinum og góða eydnu við venjingum og kappingum framyvir.

Ársins boccia-leikara fær eitt steyp til ognar umframt eitt diplom.