VÆLKOMIN!

Paralympic Games 2012

 

Paralympisku summarleikirnir verða hildnir í London í døgunum frá 29.august til 9. septembur – og Føroyar fara at luttaka við svimjaranum Ragnvaldi Jensen av Sandi, eisini í svimjing, eins og Pál. Sáttmálin  millum limalondini í IPC og IOC slær fast, at Paralympisku leikirnir verða hildnir á sama staði,  sum Olympisku leikirnir.

Á fyrsta sinni eru Olympisku Summarleikirnir og Paralympisku Summarleikirnir planlagdir  frá byrjan av í felag. Nú er komið á mál í OL í London  á hesum sinni, og so verður steðgað á í 3 vikur til klárgerð av fasilitetunum o.ø. Herjað verður á aftur 29. aug.,tá stórfingna setanin verður á Olympic Park Stadium undir herrópinum “Inspire a generation”, og avgjørt er, at Hennara hátign, Elisabeth bretadrotning og Philip prinsur, seta leikirnar, og verða tað tá tey brekaðu, bæði rørslu- og menningartarnaði, sum skulu vísa øllum heiminum, hvat tey duga á leikvøllum av alskyns slagi í London teir komandi dagarnar. At júst London fekk leikirnar í 2012 var í harðari kapping við París, sum roknaður var sum stóri favoritturin til leikirnar, men tá avtornaði aftaná fimtu og endaligu atkvøðugreiðsluna í Singapore í 2005, vóru 54 atkvøður til London, meðan París fekk 50!

4200 luttakarar úr 165 londum

20 ítróttargreinir verða umboðaðar, har frælsi ítrótturin og svimjing eru tær stórstu. Í svimjing fara 600 svimjarar at kappast um 148 heiðursmerki, og vónandi fer Ragnvaldur at gera bart og syrgja fyri, at Føroyar verða at finnast millum londini, sum verða við á heiðursmerkjayvirlitinum, tá avtornar. Til Paralympics verða 4200 luttakandi ítróttarfólk úr 165 londum, og eru hetta sostatt teir stórstu Paralympisku leikir nakrantíð, har eisini tað gleðiliga er hent einaferð enn, at Føroyar við sandoyinginum Ragnvaldi á odda hevur nátt strongu krøvini, sum IOC/IPC seta  til kravtíðir fyri at sleppa at luttaka í Paralympic   – til stuttleika kann nevnast, at India við síni milliard av fólki, eisini hevur bert tann eina svimjaran í London. Og somuleiðis vera 16 lond, sum fara at kappast á fyrsta sinni til 14. Paralympisku leikirnar  í London.


IPC stovnað í 1989


Hendan samansjóðing varð roynd á fyrsta sinni í kappingarhøpi í 1948 við rullustólakappkoyring, og síðani  1960 eru kappingar á PL støði vorðnar hildnar. Føroyingar luttóku á fyrsta sinni í New York í 1984, og hava vit verið við síðani. Upprunaliga vóru tað teir ymsu altjóðafelagsskapirnir umboðandi rørslu- og menningartarnaði, sjónveik o.s.fr., su m skipaðu fyri í felag, men hetta var ikki heppin skipan, og tí varð IPC sett á stovn á fundi í Týsklandi í 1989, har felagsskapurin enn hevur høvuðssæti sítt í gamla samveldistinginum í Bonn, eftir at Berlin aftur gjørdist høvuðsstaður í samanlagda landinum, sum ovasti og einasti ábyrgdarhavari av ítróttarkappingum á hægsta stigi til paralympiskar leikir. Í New York vóru 3 luttakarar, og vóru tey Katrin Dagbjartsdóttir og Kristvør Rasmussen , eisini av Sandi, og svumu tær báðar í New York, meðan Ólavur Kongsbak sáli, úr Miðvági, royndi seg í borðtennis – eisini var tað hann, sum svór paralympiska eiðin vegna alt ítróttarfólkið  tað árið,  standandi undir liðini á sjálvum amerikanska forsetanum, Ronald Reagan!

Øll árini síðani New York  1984 hevur formaðurin í ÍSB, Jógvan(Egga) Jensen verið leiðari á ferðunum kring heimin til Paralympisku leikirnar.  

Bestu umstøður fyri øll!

Í 1992 bleiv avgerð tikin av IOC- og IPC nevndunum at skipa fyri í felag, og býirnir, sum bjóða seg, fram verða kunnaðir um treytirnar alt fyri eitt, at tað skulu tryggjast bestu umstøður fyri øll, og fara hesar báðar nevndir á fleiri kanningarferðir á staðnum, meðan bygt verður, fyri at tryggja sær, at hóskandi fasilitetir eru bæði fyri ikki brekað og brekað – harumframt eru IPC leikirnir við til at flyta hugburðin hjá teimum brekaðu ítróttarfólkunum  og samfelagnum annars, eitt nú í fjareystri, har IPC-leikirnir í Seoul í 1988 og Beigjing 2008, sum teljast millum besu leikir, sum fyriskipaðir eru í IPC-høpi, verunliga hava munað alment tann rætta vegin, so hetta er ein positivur síðuvinningur! 

Okkara Ragnvaldur svimur 6. sep.

Okkara Ragnvaldur er 22 ára gamal og ættaður av Sandi. Fyrstu royndirnar fekk hann heima í felagsskúlanum í Sandoynni, og síðani hevur hann vant ymsa staðir, eitt nú í Flot á Toftum, saman við landsliðsvenjaranum Rúna Gaardbo, men eisin í svimjihøllini í Gundadali í Havnar Svimjifelag, har hann hevur fylgt vanligu venjingini innanfelags undir kønari leiðslu. Vant hevur verið í 4 ár undir truplum umstøðum, við eini øgiligari ferðing aftur og fram millum Sandoynna og Havnina, og nú skal tað vísa seg, hvat er komið burturúr venjingini. Ragnvaldur svimur í bólki S 14, sum hann verður nevndur, fyri tey menningartarnaðu, og dagurin hann fer í hylin at kappast er 6.sep.2012 , og svomið verður 100 m bringu, sum er tann greinin, hann hevur megnað hørðu kravtíðirnar til – tað gekk ikki hjá Pál, fer Ragnvaldur at gera ein vørr í London? Allir føroyingar ynskja Ragnvaldi alt tað besta og góða eydnu!

Johan Samuelsen