VÆLKOMIN!

Persónlig met, gull og silvur í Póllandi

Kappingarnar í frælsum ítrótti eru av, og føroysku ítróttafólkini hava staðið seg sera væl.

Í dag vóru síðstu finalurnar á skránni. Meiken Olsen, vann gull á 200 m teininum, tíðin hjá Meiken var 37,38 sek. Sharada Unadóttir, sum kappast í sama bólki, fekk eitt fjórðapláss í somu kapping, hon hevði tíðina 38,93 sek. Báðar settu persónligt met í greinini.

Kristian Martin og Júst hava luttikið í fimm-kampi, sum er 100- og 400 m renning, longdar- og hæddarlop og kúlustoyt. Kappingin um fyrsta plássið var hørð og stóð millum ungu føroyingarnar. Kristian Martin Garðalíð dró tað longra stráðið og vann gull. Júst í Túni vann eitt silvurheiðursmerki í fimm-kampi á evropeisku leikunum.

Umframt heiðursmerki, setti báðir nøkur persónlig met. Júst setti met í longdarlopi við at leypa yvir 5 m, og á 400 m teininum kom Júst á mál við tíðini 58,03 sek. Í kúlustoyti setti Kristian Martin persónligt met, tá hann megnaði at kasta kúluna 11,46 m;  í hæddarlopi leyp hann 1, 60 m.

Sonni Óli Djurhuus, landsliðsvenjari, gleðist um avbera góð úrslit. Hetta er besta føroyska úrslitið í frælsum ítrótti til Special Olympics kappingar, og tað kunnu vit vera stolt av, sigur Sonni.

Eini 1.500 ítróttafólk  hava luttikið á evropeisku leikunum hjá Special Olympics.

Øll úrslitini eru at síggja HER

Og myndir frá leikunum síggjast HER