VÆLKOMIN!

Racerunning: Gull, silvur og bronsu

Tvey føroysk ítróttafólk hava luttikið á altjóða kapping í Racerunning , sum var í døgunum 3. Til 10. Juli á Fredriksberg í Keypmannahavn. Talan er um Martin Johannesen úr Klaksvík og Heðin Midjord úr Lopra.

Teir báðir hava fyrireikað seg væl til kappingina, og tað gav úrslit, tí Martin vann tvey gullheiðursmerki á 100 m teininum og á 60 m teininum, og so vann hann eisini eitt silvur heiðursmerki á 200 m teininum, og tað var Gunnvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík, ið handaði Martini heiðursmerki.

. Heðin Midjord hevur eisini staðið seg væl í kappingini, hann vann eitt bronsuheiðursmerki

 Finn Stampe venjari, er væl nøgdur við avrikini hjá teimum báðum, tí hetta  er fyrstu ferð teir royna seg í eini so stórari kapping.

Martin og Finn koma heim aftur í morgin, og Heðin kemur heim seinni í vikuni

Um Racerunning

Racerunning er ein nýggj ítróttagrein innan ÍSB. Ítróttagreinin byrjaði við Petrasúkkluni í 1989, og er ætlað fólki við niðursettum førleika. Tað eru serliga tey við CP og javnvágstrupulleikum, ið hava gleði av súkkluni. Í Føroyum arbeiða vit við at menna hesa ítróttagrein.

til ber at lesa meir um ítróttagreinina á http://www.racerunning.dk/