VÆLKOMIN!

Ragnvaldur í British International

Her ber til at fylgja við í úrslitunum hjá Ragnvaldi Jensen, sum í vikuskiftinum luttekur í British International Swimming Championships í SheffieldRagnvald

 

British International Swimming Championships í Sheffield 15. – 17. Mai.

Ragnvaldur Jensen luttekur í vikuskiftinum í stórari altjóða svimjikapping fyri brekað. Talan er um British International, sum verður í Sheffield í Onglandi. Kappast verður í bólkunum S1-S15, sum merkir, at øll brek eru umboðað. Ragnvaldur luttekur í bólki S14, sum er bólkurin hjá teimum við menningartarni. Tað eru serliga svimjarar úr Onglandi, ið luttaka í kappingini, men svimjarar koma eisini úr øðrum londum í Evropa so sum týsklandi, Belgia, Spania og Íslandi.

Ragnvaldur kemur at kappast ímóti heimselituni innan svimjing fyri menningartarnað, og nevnast kann, at í hansara yndisgreinum 100 metrar bringu og 50 metrar frísvimjing liggur hann á ávikavist  4. og 3. plássi.  Hendan kappingin er tí ógvuliga gevandi og týdningarmikil, áðrenn hann í summar fer at luttaka í VM í svimjing fyri menningartarnað.
Spennandi verður at síggja, um hann kann svimja seg til okkurt heiðursmerki. Venjarin sigur tó, at hann fyrst og fremst ætlar at betra um sínar egnu tíðir.

Ragnvaldur luttekur í hesum kappingum:
Fríggjadagin: 100 m rygg (tilm. tíð 1.20.43, liggur á 7. plássi) og 100 m frí (tilm. tíð 1.02.54, liggur á 7. plássi)
Leygardagin: 100 m bringa (tilm. tíð 1.19.71, liggur á 4. plássi)
Sunnudagin: 50 m frí (tilm. tíð 0.27.50, liggur á 3. plássi)

 

 

Fríggjadagurin

Ragnvaldur hevur í dag luttikið í 100 m rygg og 100 m frí.
Fyrst var lagt út við 100 m ryggsvimjing. Rygg er ikki nakað, ið Ragnvaldur vanliga svimur, men ein roynd var tó gjørd. Og hetta skuldi vísa seg at vera væl valt. Ragnvaldur, sum hevði tilmeldingartíðina 1.20.43 og lá til eitt 7. pláss, legði væl út á 50 metrinum við 00.37.07, og svam seg til eina flotta tíð uppá 01.16.24 og kom tí á eitt 5. pláss og harvið eisini í finaluna. Og so sjálvandi nýtt føroyskt met við yvir 4 sekundum!!! FLOTT Ragvnaldur!
Síðani var tað 100 m frísvimjing. Ragnvaldur hevði eina tíð uppá 01.02.54, og lá eisini her á einum 7. plássi. Hóast Ragnvaldur legði væl út fyrsta 50 meturin við 00.29.40, orkaði hann ikki at halda ferðina, og kom tí inn við áleið somu tíð sum tilmeldingartíðin 01.02.66. Men hendan tíðin rakk so til eitt deilt 6. pláss og tískil eisini eitt finalupláss.

Finalurnar.
Í finaluni í 100 m rygg lá ikki líka væl fyri sum í morgun. Hóast hann svam sera gott, megnaði hann ikki at betra um tíð sína, og kom á mál á einum 5. plássi við tíðini 01.16.94. Men hetta var ivaleyst tí, at hann spardi seg til finaluna í 100 m frísvimjing, sum var næstan beint aftaná. Ragnvaldur legði gott út á 50 metrinum við tíðini 00.29.29 og gjørdi ein ordans endaspurt og kom á mál til eitt 5. pláss við tíðini 01.01.95 og nýtt føroyskt met.
Alt í alt ein sera góður fríggjadagur!