VÆLKOMIN!

Ragnvaldur og PL

Paralympisku leikirnar hava nú hildið á í eina góða viku og hevur tað verið møguligt at síggja framúr ítróttabrøgd framd av teimum mongu íðkarunum, sum hava sett stevnu á leikunum í London 2012. Í morgin 6. septembur er dagurin, ið Ragnvald Jensen av Sandi hevur vant miðvíst ímóti í mong ár. Hann luttekur kl. 10.24 í 100m bringusvimjing í bólki S14. 

Paralympisku leikirnar eru hvørt fjórða ár, vanliga beint eftir Olympisku leikirnar hava verið. Hesir leikir eru fyri íðkarar, ið bera brek av ymiskum slagi og verða teir bólkaðir eftir førleika. Leikirnar vera hildnir í Olympisku parkini í London og eru tær størstu nakrantíð. 4.280 íðkarar úr 166 londum luttaka í 21 ítróttum.

Ragnvald luttekur í svimjing, sum er ein tann best umtókta ítróttin. Hetta sæst eisini aftur í atgongumerkjasøluni, har tað hevur verið útselt leingi. Leikirnir sum heild hava eisini havt metstóra sølu, har nærum øll atgongumerki vóru seld í forsølu. Hetta er ivaleyst úrslit av tí risastóra arbeiði, sum London2012 nevndin hevur framt. London er væl fyrireikað til at taka ímóti teimum mongu íðkarum og gestum, og í langa tíð hevur nógv verið gjørt burturúr at lýsa paralympisku íðkararnar og tað nógva arbeiði, ið er lagt í til at røkka hægstu ítróttatindunum. Ein lýsing, sum hevur fingið alt bretska fólkið at standa saman um hesar leikir íðkararnar. 

Í morgin 6. septembur kl. 10.24 skal Ragnvald vísa sínar dygdir, tá hann umboðar Føroyar í 100m bringusvimjing. Hann hevur áður fingið góð úrslit til stórar kappingar, og vónirnar eru eisini stórar til hesa kapping. Kappingin er hørð, og við einari tilmeldingartíð á 1:13.89 liggur Ragnvald á einum 10. plássi. Til Føroyameistaraskapið í svimjing fyrr í ár gjørdi Ragnvald tó eitt ordans bragd og vann bronsu við tíðini 1:11.83. Vónirnar eru at røkka einum finaluplássi. 

Tað ber til at fylgja við Ragnvaldi á heimasíðuni paralympic.org"