VÆLKOMIN!

Rannvá vann telduna

ÍSB hevur skipað fyri eini stuðulsrenning. Øll, ið stuðlaðu, vóru eisini við í dráttinum um eini farteldu. Teldan, sum er av slagnum DELL, er latin av SENTA.

Rannvá Rasmussen úr Runavík gjørdist hepni vinnarnin. Tað var Tonny Brimsvík frá SENTA, sum handaði Rannvu telduna í dag.

Vit ynskja Rannvu tillukku við vinninginum.