VÆLKOMIN!

René Nielsen til 30 ára hald hjá MBF

MBF hátíðarheldur sítt 30 ára virksemi mánadagin 24. oktober. Tiltakið, sum verður í Norðurlandahúsinum, er frá 13 til 17. MBF sigur á heimasíðuniat á skránni vera m.a. fyrilestrar, tónleikur og undirhald.

Ein av gestunum verður danin Réne Nielsen, og hann fer at halda fyrilestur, ið snýr seg um at taka ábyrgd av egnum lívi hóast lívsleiðin gongur aðrar leiðir enn væntað. Í tíðindaskrivi sigur MBF:

"René er ein einastandandi fyrilestrarhaldari, ið á ein sera livandi og lívsjáttandi hátt dugur at bera sín boðskap fram. René er eitt livandi dømi um, at fólk ið bera brek, eisini hava dygdir og yvirskot til at verða virkin í samfelagnum, heldur enn at lata seg stýra av fysiskum avmarkingum.

 

René Nielsen arbeiddi sum bankaráðgevi fram til 1991, tá hann misti bæði beinini við eini tokvanlukku, ið gjørdi hann til koyristólsbrúkara burturav. Seinri las hann master í ítrótti og vælferð frá Universitetinum í Keypmannahavn og undirvísti síðan í nøkur ár á Ballerup Seminarinum.

 

Longu í 1993 varð René heimsmeistari í vatnski, slalom og í 1994 europameistari. Í 1996 byrjaði hann sína lívsleið innan atletikk og 4 ár seinri, á Paraolympisku leikunum í Avstralia, vann hann gull, silvur og bronsu í ávikavist spjótkasti, fimmkamp og kúlustoyti.

 

René Nielsen hevur skrivað bókina “Halv mand helt menneske”, ið ógvuliga hugvekjandi lýsir lív hansara við ongum beinum."