VÆLKOMIN!

René og Joana vunnu boccia kappingina

Sunnudagin 22/11 skipaði ÍSB fyri bocciakapping í Løkshøll í Runavík.
Eini 20 boccialeikarar luttóku hesuferð.
Kappingin gekk væl, og tá alt var avgreitt stóðu René og Joana sum vinnarar.
Tað vóru júst Joana og René ið vóru við til Special Olympics World Summer Games í Los Angeles, so sigast má at tey hava prógvað at tey vóru røttu luttakararnar.

Til lukku til tykkum bæði, og eisini til lukku tit ið fingu silvur, og bronsu heiðursmerki.













Vinnarar kvinnur: Joana, Halla og Unn














Vinnarar menn: Rene, Jørgen og Theodor Esmar