VÆLKOMIN!

Reykjavík International Games

Um vikuskiftið er stór svimjikapping í Reykjavík, talan er um Reykjavík International Games.

Kappingin er bæði fyri svimjarar, ið bera brek og tey, ið ikki bera brek. ÍSB hevur sent tveir føroyskar svimjarar at luttaka í kappingini, og tað eru  Heidi Eliasen og Signa Vár Dávadóttir.

Heidi og Signa Vár, sum báðar venja við Havnar svimjifelag, hava vant dúgliga til kappingina, og tær vóna, at tað lukkast at seta persónlig met í kappingini. Hetta er samstundis fyrstu tær kappast í einum 50 m hyli. Tær báðar skulu svimja 50- og 100m teinarnir í rygg- og frísvimjing í kappingini sum verður leygardag- og sunnudag seinnapartin.

Umframt Heidi og Signu Vár er Barbara Holm við sum venjari og Rúni Gaardbo er ferðaleiðari. Føroyska liðið verður aftur í Føroyum mánadagin

Úrslitini frá kappingini síggjast HER og á heimasíðuni http://www.rig.is/ ber til at lesa meira um kappingina