VÆLKOMIN!

Røða hjá landsstýriskvinnuni til Special Olympics móttøku

5 gullheiðurs­merki, 3 silvurheiðursmerki og 5 bronsuheiðurs­merki umframt fleiri persónlig og føroysk met sett á Special Olympic leikunum í Athen.

Í kvøld komu okkara luttakarar á Special Olympic World Games heim aftur til Føroyar eftir væleydnaða altjóða kapping. Og vit eiga øll at ynskja teimum hjartaliga tillukku við einastandandi góðu avrikunum.

7.000 ítróttarfólk úr øllum heiminum hava tikið lut á olympisku leikunum, sum hesaferð hava verið í Athen - sjálvum høvuðsstaðnum fyri olympiskar leikir. 12 føroysk ítróttarfólk hava umboðað Føroyar.

Í fræslum ítrótti:

·         Tórður Hjalt Jacobsen

·         Rannvá Strøm

·         Júst í Túni

·         Meiken Olsen

Í svimjing:

·         Súsanna Johannesen

·         Robert Poulsen

·         Eivindur Toftegaard

·         Heidi Eliasen

Í boccia:

·         Theodor Esmar Hansen

·         René Líð Thomsen

·         Unn Mortensen

·         Elin Løkin

Við í ferðalagnum í dag eru eisini ferðaleiðarin Jógvan Jensen og venjararnir Dan Lamhauge og Sofus Olsen.

Spenta støðan, sum hevur verið í Athen hesar dagarnar hevur ikki forðað okkara ítróttarfólkum í at taka lut í leikunum – og tað má sigast at vera eitt av eyðkennunum hjá ÍSB og tykkara ítróttafólkum. Tit lata ikki forðingar steðga tykkum í strembanini at náa settum málum.

Síðan ÍSB varð sett á stovn í 1980 hevur ítróttarsambandið arbeitt miðvíst við at betra um korini hjá rørslu- og menningartarnaðum í Føroyum. Tað er visjónin hjá ÍSB at savna fólk við tarni um ítrótt fyri at styrkja seg kropsliga, heilsuliga og sosialt og harumframt at vera andlitið úteftir. 

ÍSB hevur gjørt eitt megnar arbeiði

ÍSB hevur sett ljós á ítrótt fyri menningartarnað og vit hava fylgt við í fjølmiðlunum, tá tit hava verið úti í heimi og roynt tykkum. Og ferð eftir ferð eru føroysk ítróttafólk komin heim av altjóða ítróttaleikum við frálíkum úrslitum.

Av øðrum málsetningum hjá felagnum kunnu nevnast:

·         at fáa fleiri íðkandi við

·         at fáa størri ’integratión’ inn í vanliga ítróttin

·         at røkka betri inn um skúlagátt við kunnleika um heilsu, brek og ítrótt

·         at fáa lokal feløg og/ ella deildir at virka

·         at skapa stuðul, samanhald og sjálvbodni kring arbeiðið hjá ÍSB

Hesi 30 árini ÍSB hevur virkað hava tit støðugt arbeitt við hesum málsetningum og flutt mørkini, so hvørt ein setningur er náddur. Stóra takk skulu tit hava fyri tað.

Síðan Føroyar fingu limaskap í Special Olympics felagsskapinum í ár 2000 hava føroysk ítróttafólk fleiri ferðir tikið lut á Special Olympics-leikunum. Fyri 4 árum síðan tóku føroyingar lut á leikunum í Shanghai og hesuferð í Athen.

Eitt av málunum við Special Olympics leikunum júst er at fáa ungdóm, bæði við og uttan menningartarn at vera saman um ítrótt, at knýta vinabond tvørtur um mørk og bróta niður forðingar.

Hesuferð komu okkara íðkarar heim við 5 gullheiðurs­merkjum, 3 silvurheiðursmerkjum og 5 bronsuheiðurs­merkjum, og harumframt eru fleiri persónlig og føroysk met sett.

At bera menningartarn krevur tolsemi

So góð úrslit koma bert við miðvísari og áhaldandi venjing.  Men handan heiðursmerkini er eisini nógv stríð. At bera menningartarn krevur tolsemi, tí byrðarnar kunnu vera tungar at bera og umstøðurnar eru ikki altíð so lagaligar. Men sjálvt um lívið ikki altíð lagar seg, soleiðis sum vit høvdu ætlað tað, so er lívs­gleðin ikki minni fyri tað. Og í kapping og spæli eru frávikini ikki tað, ið hevur týdning. Tí í ítrótti hava vit øll sama mál. Her eru tað lívsgleðin, spenningurin og úrslitini, ið telja.

Hjartaliga tillukku til tykkum øll, sum hava umboðað Føroyar á Special Olympic leikunum í ár.

Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna

Jógvan Jensen, formaður í ÍSB, helt eisini eina røðu. Hann nýtti høvið at takka fyri móttøkna og ynskti øllum til lukku við frálíku úrslitunum í Athen. 

Jógvan endaði við at takka stuðlunum hjá ÍSB, "tí uttan teirra stuðul, kunnu vit ikki røkka góðum úrslitum", segði hann .

Á móttøkunu fingu ítróttafólk handað blómur og aðrar gávur frá Mentamálaráðnum, Javna og ÍSB.

Myndir frá móttøkuni síggjast HER