VÆLKOMIN!

Kanska kemur ein heimsmeistari undan kavi

Setanarrøða hjá Jógvani Arge til FM í svimjing hjá ÍSB 2010

Tað er mær ein frøi at seta FM-kappingina hjá ÍSB í ár. Serliga tí, at nú eru runnin tredivu ár síðani ÍSB varð stovnað og lunnar vórðu lagdir undir slíkar kappingar sum hesar.

Sum ein av teimum, ið var við at stovna Ítróttasambandið fyri Brekað undir ÍSF, havi eg altíð verið errin av teimum úrslitum, sum svimjarar hjá ÍSB hava nátt.

Tað er og verður ein sannroynd, at tað vóru svimjarar úr ÍSB, sum gingu á odda av føroyingum í norðurlendskum og altjóða kappingum at vinna heiðursmerki úr bæði gulli, silvuri og bronsu og hartil í stórum tali.

ÍSBarar fóru eisini ósmædnir um allan heim at kappast móti javnlíkum og kláraðu seg so væl, at fólk stóðu púra býtt. Um tað so vóru paraolympiskir leikir ella heimsmeistarakappingar, so segði tað tað sama – føroyingarnir, og serliga tey føroysku konufólkini, vóru millum tey bestu, har tey bjóðaðu seg fram.

Og fyri at undirstrika hesi avrikini loyvi eg mær at siga, at tað vóru ÍSB-svimjararnir, sum vístu øllum hinum føroysku ítróttafólkunum leiðina fram móti glæsiligum úrslitum í heimssamanhangi.

Langt um leingi er farið at bragda hjá hinum sersambondunum. Tað fegnast vit almikið um, tí vit vita av tykkara royndum, at tað ber til.

ÍSB varð stovnað til tess at tryggja, at øll fingu møguleika at íðka ítrótt sum hugur og evnir vóru til. Ikki bara kappingarítrótt, men eisini ítrótt til tess at røkja vælveruna.

Kappingarnar hava serliga verið í borðtennis, frælsur ítróttur, boccia og svimjing, og í dag snýr tað seg um FM í svimjing. Eg fari vegna Tórshavnar kommunu at ynskja tykkum eina góða og spennandi FM-kapping.

14 kappingar eru á skránni. Summar eru fyri øll, onkrar eru á byrjunarstigi fyri tey, sum ikki klára meir enn 25 metrar enn, og onkrar eru fyri 12 ára gomul børn og yngri – alt samalt til tess at tryggja at kappast verður á so jøvnum føti sum til ber.

Kanska kemur ein nýggjur heimsmeistari ella olympiskur meistari undan kavi í hylinum í dag – ongin veit.

Við hesum orðum lýsi eg FM í svimjing hjá ÍSB 2010 at verða setta. Takk fyri.

Jógvan Arge

Formaður mentamálanevnd

Tórshavnar býráðs