VÆLKOMIN!

Samstarvsavtalan við LÍV er longd

LÍV hevur í fleiri á verið høvuðsstuðul hjá ÍSB, og nú er avtalan longd.

Fundur var á skrivstovuni hjá ÍSB í gjár, har tosað varð um ítróttatilboð til fólk við breki í Føroyum og um tiltøk og kappingar, sum liggja fyri framman.

Jógvan Jensen, formaður í ÍSB, fegnast um, at avtalan nú er long:

-“ÍSB arbeiðir fyri at menna og víðka um ítróttatilboð til fólk við breki, og tað er gleðiligt, at LÍV framhaldandi vil stuðla hesum arbeiði”, segði Jógvan og nýtti høvið at takka fyri stuðulin.

Avtalan varð undirskrivað av Paula T. Petersen og Heina Lützen frá LÍV og Jógvani Jensen frá ÍSB.

HER eru fleiri myndir frá fundinum.