VÆLKOMIN!

Sera spennandi FM í boccia var leygardagin 18. 04. 15

 Sera spennandi FM í Boccia var spælt í Løkshøll seinasta leygardag.

Kappast var í bólkinum menningartarn ( menn og kvinnur) og rørslutarn.

Allar kappingarnar vóru sera javnar, og var Marius úr Smæruni nr. 1,  Dánial Jákup úr Svani nr. 2 og Petur Martin úr Smæruni nr. 3.








Bæði hjá Kvinnum og Monnum í bólkinum menningartarn var neyðugt við straffikapping fyri at avgerða hvør skuldi verða nummar 1. og 2.

Úrslitið hjá monnum var at Jørgen av Vollanum var nr. 1. Tórður Jacobsen nr. 2 og Theodor Esmar Hansen nr. 3 - allir úr Svani








Hjá Kvinnum var Meiken Olsen nr 1. Unn Mortensen nr. 2 (báðar úr Smæruni) og Joanna Poulsen úr Svani var nummar 3








Vit takka luttakarum, áskoðarum og hjálparfólki fyri eina góða kapping.