VÆLKOMIN!

Signa Vár góðar tíðir á HS-stevnuni 18-19 apríl 2015

 Vikuskiftið 18-19 apríl skipaði Havnar Svimjifelag fyri svimjistevnu, sum eisini var úttøkukapping til Oyggjaleikirnar á Jersey í summar, og til Evropeisku Leikirnar í Baku.


Special Olympics svimjararnir hjá ÍSB, Heidi Eliasen og Signa Vár Dávadóttir, sum til dagliga venja á 3. liði hjá Havnar Svimjifelag, luttóku á stevnuni. Hetta var eitt gott høvi at royna formin í teimum greinum, sum tær skulu svimja til Special Olympics World Summer Games 2015 (la2015.org), sum verða hildnar í Los Angeles, USA, um mánaðarskiftið juli-august 2015.

Signa Vár svam nýggjar bestu tíðir í sínum greinum og megnaði at svimja innanfyri Talentnálatíðir í trimum greinum. Tann fyrsta greinin, og sum er tann hon faktiskt fekk nálina fyri, var 50m Frí; hinar greinirnar eru 100m Frí og 200m Frí.
Yvirhøvur hevur hon betrað sínar greinir rættuliga munandi við tær tríggjar stevnurnar, hon hevur luttikið á higartil í ár. Tó var tað eitt bakkast, at hon varð kolldømd í 100m Blandað fyri ójøvn beinspørk í Bringu-partinum og tíðin er sostatt ikki viðurkend.

Grein Tilmeldað tíð Rokkin tíð Talentnálatíð
50m Frí 0:38:14 0:34:83 0:35:53
100m Frí 1:24:20 1:17:59 1:17:97
200m Frí 3:00:37 2:44:50 2:49:92
50m Firvald 0:45:88 0:41:50
100m Firvald 1:43:41 1:31:88
100m Blandað 1:38:27 1:30:66 (DSQ)


Heidi betraði í 50m Frí og 100m Blandað og svam uppí móti sínum bestu tíðum í hinum greinunum.

Grein Tilmeldað tíð Rokkin tíð
50m Rygg 0:42:49 0:42:93
100m Rygg 1:32:62 1:35:36
200m Rygg 3:20:91 3:23:95
50m Frí 0:36:89 0:36:35
100m Blandað 1:39:48 1:36:89

Skipanin hjá Svimjisambandinum við nálatíðum sæst á http://www.ssf.fo/kapping/nalatidir-12/og er soleiðis skipað, at fyri hvørja nál er til hvørja svimjigrein ein kravd tíð, sum skal røkkast. Er ein nál fyrst vunnin í einhvørjari grein, er hon galdandi fyri allar greinir og man má so royna eftir tí næstu. Av serligum áhuga er at næsta nálin aftaná Talentnál er Bronsunál og hana skal man hava fyri at sleppa við til FM hjá Svimjisambandinum.
(myndin er lánt frá svimjing.com)