VÆLKOMIN!

Signa Vár og Krista til MU

Svimjifelagið Ægir skipar fyri MU í svimjing um vikuskiftið. Hjá ÍSB eru vit spent at frætta hvussu fer at hilnast hjá Kristu og Signu Vár.

Krista, sum svimur fyri Ægir, fer at royna at betra um sínar tíðir, og so er tað fyrstu ferða at Signa Vár Dávadóttir er við til eina tílíka kapping. Signa Vár venur við Havnar Svimjifelag.

Vit ynskja teimum báðum góða eydnu í kappingini