VÆLKOMIN!

Sir Phil Craven kemur á vitjan í Føroyum

Sir Phil Craven

10. apríl 2010 eru 30 ár síðan ÍSB varð sett á stovn.

 

Sir Phil Craven og Egga Jensen

Í hesum sambandi verður árligi fundurin hjá Nord-HIF (Nordisk Handicapidrætsforbund) hildin í Føroyum.

Harumframt verður í løtuni  arbeitt við, hvussu dagurin annars skal hátíðarhaldast.

Umframt gestir úr øllum Norðurlondum, so kemur forsetin í IPC (International Paralympic Committee), Sir Phil Craven,  á vitjan.

Umboð fyri ÍSB hittu Craven á fundi í Keypmannahavn í oktober í ár. Tá ið Egga Jensen bar upp á mál við hann um at koma til Føroyar komandi ár, tók hann av beinanvegin.

Føroyar hava verið limir í IPC síðan 1984 og hava líka síðan verið partur av Paralympisku leikunum, sum altíð eru beint eftir Olympisku leikirnar, har ið Føroyar ikki enn hava møguleikan at taka lut.

Umframt at vera forseti í IPC, so er Craven eisini nevndarlimur í IOC (International Olympic Committee).

 

 

Formaðurin í IPC, Sir Phil Craven og formaðurin í EPC, John Pettersson