VÆLKOMIN!

Skemman Open svimjikapping

Skemman Open 2016
Aftur í ár kunnu vit bjóða tykkum til FM í svimjing hjá ÍSB -
kappingin er fyri fólk við menningartarni, og tey ið hava rørslutarn.

Kappingin verður í høllini í Gundadali, mikudagin 16. mars kl 17.00.
Kappingin byrjar kl 17.15
 

Í ár er kappingin býtt upp í fýra bólkar. Um ov fáar tilmeldingar eru til at manna ein riðil kunnu fólk úr ymiskum brekbólkum svimja í sama riðli, men heiðursmerki verða til báðar bólkarnar.

1. Børn undir 14 ár
2. Óvandir svimjarar
3. Vandir (kapp)svimjarar
4. Sum nakað nýtt verður eisini ein kapping fyri tey ið ikki megna at svimja uttan hjálpitól ella hjálpara, kappgongd í lítla hylinum.

Tak tilmeldingarblaðið niður, og send okkum tað á isb@isb.fo í seinasta lagi mánadagin 14. mars.

Tilmeldingarblaðið fæst her

Vælkomin til svimjikapping hjá ÍSB