VÆLKOMIN!

Skemman stuðlar ÍSB – longur fram á leið.

Skemman hevur verið ein av høvuðsstuðlum  ÍSB í mong ár. Mikudagin, 19. desember varð sáttmálin endurnýggjaður og er galdandi fram til 31. desember 2015. At Skemman vil stuðla, hevur alstóran týdning fyri virksemið hjá ÍSB, ið spennir sera vítt. Her verður hugsað um: Úrvalsítrótt, tilboð til breiddina, barna-og ungdómsarbeiði,  – og so eru tilboð eisini í ymsum ítróttagreinum. Skipað verður fyri kappingum og tiltøkum kring landið og ÍSB arbeiðir saman við ymsum áhugabólkum til tess at náa so víða sum gjørligt – og hetta kann sjálvsagt altíð gerast betri.

Í sambandi við luttøku og úrslit á hægsta stigi er alneyðugt, at kunna leggja langtíðarætlanir. Hetta hevur verið gjørt í mong ár í ÍSB. Í sambandi við Paralympisku Leikirnar 2016, eru fýra fólk, ið kunnu hugsast at náa kravtíðunum í ymsum ítróttagreinum.

Skemman og Jysk eru sama handilsketa og fyritøkan stuðlar Íslandi, Danmark, Svøríki og Føroyum fram móti Paralympisku Leikunum í Rio 2016.