VÆLKOMIN!

Skráin fyri festivalin

Skrá fyri dagin:

09.00 Fólk byrja at møta í B-36 húsinum. Øll verða skrásett millum kl.9 og 9.50

10.00 Festivalurin verður settur

10.10 Kunning um dagin og skránna

10.15 Felags ‘rørsla’

10.30 – 12.00 Ítróttur I

12.15 – 13.30 Steðgur, har øll eru savnað í B-36 húsinum at eta matpakkan, sum øll hava tikið við heimanífrá. Vatn og te fáast afturvið.

Uml.12.45 Fyrilestur um Eunice Kennedy Shriver og Special Olympics

Ymisk hugnaspøl

13.45 – 15.15 Ítróttur II

15.30 - Steðgur – frukt og vatn í B-36 húsinum

16.00 – 17.30 Ítróttur III

17.30 – 18.15 Skifta og gera seg kláran til døgurðan

18.30 - Døgurði í B-36 húsinum

Uml.19.20 Endarøða

Men vit halda fram við undirhaldi og dansi

21.00 Festivalurin endar

Øll luttakandi ítróttafólk fáa eina T-shirt, sum tey (helst) skulu brúka til ítróttirnar.

Tá ið ítróttatiltøkini eru av, er møguleiki hjá øllum at vaska sær og skifta klæðir til døgurðan.