VÆLKOMIN!

Smæran 5 ára føðingardag

 Í samband við at ítróttarfelagið Smæran hevur fimm ár á baki, verður eitt stórt familjutiltak í Skúlanum við Løgmannabreyt leygardagin 11. apríl. Tiltakið byrjar kl 14.00, har Helena Dam á Neystabø kemur at seta dagin. Ælabogin spælir nøkur løg, og síðani verður ein spennandi Bocciakapping, sum øll áhugaði kunnu luttaka í. Eisini verður møguleiki at stuttleika sær við ymiskum øðrum spølum og aktivitetum sum t.d. blása píl, curling og ymiskt annað. Eisini verður kaffi og køkur og okkurt til børnini.

Lutaseðlasøla verður til frama fyri felagið. Vinningar eru gávukort frá SMS

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.

Nevndin