VÆLKOMIN!

Smæran hevur skipað fyri boccia-kapping

Ítróttafelagið Smæran skipaði í vikuskiftinum fyri 2. umfari í Grand Prix kappingini.

Felagið sigur á heimasíðuni: "at tað nú gerst meiri og meiri spennandi við støðuni- tí sum nú er, er Meiken fremst við 18 stigum, Jonhard 16stig, Unn 15stig, Birita 14stig, Øssur 12stig, Rene 10stig, Hans J. 9stig & Julian 7stig".

Kappingin var í skúlanum við Løgmannabreyt og síðsta kappingin verður  26. februar.