VÆLKOMIN!

Smæran skipar fyri kapping í frælsum ítrótti

Eisini ítróttafelagið Smæran skipar fyri eini kapping um vikuskiftið, talan er um frælsan ítrótt. Kappingin verður á Tórsbreyt sunnudagin 18. september kl 14.00

Ítróttafelagið sigur í einum skrivi at kappast verður í Race-running, 60-, 100 - og 200 m renning umframt longdarlop.

Tilmelding fer fram á sao@kallnet.fo ella við at ringja til 23 08 51

Smæran sigur at enda í skrivinum, at tey heita á íðkarar og familjur at møta fjølment, tí “Stuttleikin við at vera fleiri ger løtuna hugnaligari”.