VÆLKOMIN!

Smæran skipar fyri kapping

Tíðindi frá ítróttafelagnum Smæruni:

28 mai verður síðsta Grand-Prix renningini áðrenn summarfrítíðina.
Kappingin verður hildin á Tórsbreyt kl 13.00.
Aftur hesaferð verður skipað fyri 60m., 100m., 200m., 400m., Race-running & longdarlopið.
Luttakaragjald verður at gjalda á staðnum krónur 20,-.
Tilmelding fer fram, við at senda ein mail um luttøku til sao@kallnet.fo . Seinasta freist er tann 27 Mai.
Vónandi verður stór luttøka.
Eftir lokna kapping fáa luttakandi eina gávu/viðurkenning og tey vinnandi heiðursmerki handaði.
Nakað av frukt verður eisini at fáa.