VÆLKOMIN!

Smæran: Væleydna boccia-kapping

Sunnudagin 26/02 var tann síðsta av trimum kappingum hildin. Um 20 fólk vóru til staðar, og herav luttóku um helvtin í kappingunum. Tað endiliga úrslitið var, at Meiken fekk 28 stig, Jonhard 25 stig, Unn 22 stig, Birita 22 stig, Øssur 18 stig, Hans Jákup 13 stig, Rene 10 stig, Julian 9 stig, Ester Maria 5 stig & Vagnur 3 stig.
Heiðursmerki vóru latin, og luttakaraheiðursmerki somuleiðis. Sigrun Wardum, forkvinna fyri Javna, var møtt til tiltakið, og hevði hon eitt ferðasteyp til vinnarin- Meiken.
Yvirhøvur eitt deiligt tiltak, sum vit í Smæruni eru takksom
at skipa fyri. Hjartaliga tillukku til tykkum øll! Heilsan nevndin.