VÆLKOMIN!

Special Olympics European Summer Games 2014


 Í hesum døgum eru 8 ítróttarfólk í Antwerpen, Belgia og kappast í Special Olympics European Summer Games.
Ferðalagið fór úr Føroyum fríggjadagin, og komu fram til Olympic Village fríggjakvøldið.
Leikirnir vóru settir í Brussel leygardagin.
Føroyski landsstýrismaðurin í mentamálum, Løgmaður, Sendikvinnan og umboð fyri sendistovuna luttóku í setanini, sum var ein heiðran av ítrótti og inklusión.

Youtube klipp frá setanini sæst á https://www.youtube.com/watch?v=rk-4tT1luWw
Føroyska ferðalagið kemur inn tá umleið 3 minutir eru farnir.

Sunnudagin vóru undanumførini, og vóru Landsstýrismaðurin og sendikvinnan runt og hugdu eftir ymisku ítróttargreinunum.

Fyrsti dagurin gekk avbera væl, og vóru tað vælnøgd ítróttarfólk ið komu móð og troytt heimaftur sunnudag seinnapart.

Í dag skulu øll ítróttarfólkini í gongd aftur, og verður onkur svimjifinala longu í dag.

ÍSB kunnar á facebook síðuni https://www.facebook.com/itrottasambandfyribrekad?ref=hl um úrslit, og fara vit at royna at leggja brot út frá ymisku kappingunum.

Koyr á Føroyar :)