VÆLKOMIN!

Special Olympics European Summer Games

Í næstum fara føroysk ítróttafólk at luttaka í eini stórari evropeiskari kapping, talan er um Special Olympics European Summer Games, sum verður í døgunum 18. til 23. september í Varsjava. ÍSB sendir fýra ítróttafólk at umboða Føroyar til leikirnar, tey eru: Meiken Olsen og Júst í Túni, sum venja við Bragdinum. Kristian Martin Garðalíð, sum venur við Hvirluni og Sharada Unadóttir. Øll luttaka í frælsum ítrótti.

Tey ungu hava vant miðvíst til hesa kapping og havi eisini luttikið í heimligu kappingunum. Tey eru væl fyri, nú tey skulu royna seg í stóru evropeisku kappingini. Kristian Martin og Júst kappast í 5-kampi, meðan Sharada og Meiken luttaka í kappingunum 100 og 200 m renning. Ungu føroyingarnir eru, saman við 1500 øðrum ítróttafólkum úr 56 londum, partur av stóra tiltakinum í Varsjava.

Tað er felagsskapurin Special Olympics (SO), ið skipar fyri leikunum. Felagsskapurini er stórur og spennir um allan heim. Arbeitt verður við at skapa forstáilsi, aksept og inklusión millum fólk við og uttan menningartarn. Hetta verður gjørt við at skipa fyri ítróttavenjingum, ítróttakappingum og øðrum fyri bæði børn og vaksin við menningartarni. Hetta arbeiðið fer fram í fleiri enn 180 londum, og fleiri enn 2,5 mill.børn og vaksin við menningartarni taka lut.

Leikirnir í Varsjava verða settir við eini stórari setanarhátíð 18 september í nýggja stadiunum Legia, sum liggur í Varsjava. Í tíðindaskrivi úr Póllandi verður sagt, at setanin verður send beinleiðis í polskum sjónvarpi, og talan er um eina av teimum størstu mentanarligu tiltøkunum í Póllandi í ár.

Heitið á leikunum er together now, og hetta kemur at síggjast aftur í skránni, sum m.a. hevur til endmáls at fagna teimum mongu ítróttafólkunum.

 Føroyska liðið verða aftur í Føroyum 24 september