VÆLKOMIN!

Special Olympics felagsskapurin

Special Olympics er ein felagsskapur, sum spennir um allan heim. Hesin felagsskapur arbeiðir við at skapa forstáilsi, aksept og inklusión millum fólk við og uttan menningartarn.

Hetta verður gjørt við at skipa fyri ítróttavenjingum, ítróttakappingum og øðrum fyri bæði børn og vaksin við menningartarni. Hetta arbeiðið fer fram í fleiri enn 180 londum, og fleiri enn 2,5 mill. børn og vaksin við menningartarni taka lut.

Fjórða hvørt ár skipar felagsskapurin fyri heimsleikum. Og í ár luttaka eini 7 000 ítróttafólk við menningartarni úr øllum heiminum á leikunum í Athen.

 ÍSB fekk limaskap í Special Olympics í ár 2000, og hetta er triðju ferð vit luttaka á leikunum.