VÆLKOMIN!

Special Olympics World Summer Games 2015 settir.

 Í gjár vóru Special Olympics World Summer Games settir í góðveðrinum í Los Angeles

Setanin var eitt stórsligið show við fleiri tónleikaframførðslum frá m.a. Stevie Wonder,  Avril Lavigne og fleiri kendum andlitum, m.a. sjónleikaranum Ed Harris, OL gullvinnaranum Michael Phelps og first lady, Michelle Obama.

Føroyska ferðalagið sat á fyrstu parkett, og eydnaðist tað enntá fleiri at fáa eina selfie við Ed Harris, ið er kendur frá m.a. Apollo 13, The Firm, A beautiful mind og fleiri øðrum filmum.

Í gjár og í dag hava eisini sonevndar divisionings verið á skránni.
Divisionings eru undankappingar/dystir ið skulu avgerða hvønn bólk ymisku luttakararnir og liðini skulu setast í fyri at gera kappingingar og finalur so rættvísar sum gjørligt.

Ikki kann sigast annað enn at tað hevur gingið væl við divisionings.
Heidi Eliasen og Signa Vár D. N. Joensen, ið báðar svimja við Havnar svimjifelag, settu persónlig met í 100m frí. Eisini Eivindur Toftegaard svam sína bestu tíð.

Fyrstu heiðursmerkini eru longu komin í hús í svimjing, tá Eivindur og Heidi svumu sínar fyrstu finalur, 100m rygg.
Eivindur fekk silvur við tíðini 1.37.22, og Heidi bronsu við tíðini 1.33.24

Í fótbólti hevur eisini gingið væl .
Hetta er fyrstu ferð at ÍSB í samstarvi við FSF hevur fótbólt við, og boða úrslitini frá divisioning frá at hetta var ein góð avgerð. Føroyar hava spælt tveir javnleikir 2-2 ímóti ávikavist Trinidad&Tobago og Hollandi, og vunnu 2-1 á USA

Í frælsum ítrótti kappast Kristian Martin Garðalíð (kúlukast og 100m renning) og Meiken Olsen (100m og 200m renning)
Kristian Martin kastaði kúluna 12.69 til divisioning, hetta er persónligt met, og Meiken rann 100m uppá 18.68 ið eisini er hennara besta tíð.

Í Bocce hava René Thomsen og Joanna Poulsen, og í borðtennis hava Elvin Weihe og Unn Mortensen verið til divisioning. Her gongur tað nakað øðrvísi fyri seg, so ongi úrslit eru enn.

Í morgin byrja sjálvar kappingarnar í flestøllum ítróttargreinunum, og eru vónirnar góðar til at fáa onkur heiðursmerki heimaftur við okkum.

Eisini vænta vit at fáa fulla bagasju av stórum upplivingum heimaftur við. M.a. verða konsertir og annað tá endahátíðin verður 2. August, og væntast kann eisini at høvi verður at heilsa uppá onkra stjørnu ella kent andlit.

Fylg við á facebook síðu okkara https://www.facebook.com/itrottasambandfyribrekad?fref=nf

Dan Lamhauge og Ed Harris